Vælkomin

Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi.

Vælkomin til Katrinu Christiansen.

 

Upplatingartíðir

Mánadag - leygardag:

kl. 18.00 – 22.00

Sunnudag:

kl. 12.00 – 15.00

kl. 18.00 – 22.00

 

Bílegg borð
Bílegg borð
Sunnudagstilboð

 

Ommusa lambskjøt hvønn sunnudag í februar

Sum nakað nýtt, fara vit at bjóða tykkum Ommusa lambskjøt hvønn sunnudag í februar millum kl. 12-15.

Matskrá: 

Lambskjøt
Eplir og rabarbur
Brún sós

Fyri hvønn: kr. 175

Til ber eisini at bíleggja barnarætt.

Bílegg borð her ella ring til okkum á 31 32 33

Okkara stovur
VIGGOSTOVA
UPP Í 28 SITIPLÁSS
WILLIAMSSTOVA
UPP Í 32 SITIPLÁSS
BARTSKERSSTOVA
UPP Í 40 SITIPLÁSS
VERKSTAÐIÐ
UPP Í 12 SITIPLÁSS
Skal tað vera privat?
– Leiga eitt av okkara
hugnaligu og søguligu rúmum
Um okkum

Har Katrina Christiansen stendur í dag, hevur verið virksemi síðani fyrst í 1700-talinum. Húsini hava havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen.

Umframt vinnuligt virksemi frá bartskerum til handil kann nevnast, at William Heinesen er føddur har, og búði síni fyrstu barnaár "hjá Heinesen", sum húsini vórðu rópt tá.
 
Hóast neyðugar ábøtur eru gjørdar, so er alt, sum kundi varðveitast í húsunum, varðveitt. Harafturat er nógv forkunnugt, sum var farið úr húsunum, afturfunnið og sett uppaftur.

Maturin í nýggju matstovuni er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.